Góði limur í Bragdinum
Í eini roynd at lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av limagjaldinum.
Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum.
Um tú ynskir at skráseta einstakling, vinaliga trýst so her.
Um tú ynskir at skráseta “húski við børnum yngri enn 15 ár” trýst so her.
Skrásetur tú teg í seinasta lagi 19. februar 2018, so verður títt gjald uppkravt sjálvvirkandi umvegis nýggju skipanina fyrstu ferð 01.03.2018.
Um tú skrásetur teg aftaná 19. februar 2018, so verður títt gjald uppkravt sjálvvirkandi umvegis nýggju skipanina fyrstu ferð 01.04.2018
P.s
Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin.
Vinaliga
Bragdið