Leygarmorgunin 3.mars var sjeynda og næstseinasta umfar í vetrarkappingini runnið. Tvøroyri og Vágur skiftast um at hava kappingina og hesa ferð var túrurin komin til Vágs.
Eini 40 luttakarar runnu við og av teimum var Bragdið væl umboðað.
Eirikur Hansen kom fyrstur um málstrikuna og var sostatt Vk7 vinnari. Vit kunnu nevna, til stuttleika, at sonur Eirik, Nils, gjørdist nummar trý í dreingjabólkinum og sonur Sam, Rúni, var nummar tvey.
Góð frágreiðing og øll úrslitini eru inni á renn.fo og leinki er her:
http://fif.fo/fif/betri-vk-7-i-vagi-urslit-og-myndir/
Og her eru nakrar myndir av vinnararnum, sum myndamaður okkara, Hilmar tók, og sum tað sæst, er tað øgiliga blátt 🙂 Hjartaliga til lukku.
Næsta kappingin í vetrarkappingini, verður leygardagin 17.mars kl. 15.00 og tá verður runnið í Runavík. Hetta er samstundis FM í 10 km. Og aftaná verður gjørt upp, hvør er samlaði vinnari og hvør bólkur vinnur.