Kvinnurenningin í ár

Hetta var kvinnurenningin nummar 15, síðani vit byrjaðu samstarvið við Kvinnu. Og alt gekk væl, sjálvt um veðurgudarnir ikki spældu við. Tað sá svart út eina løtu, tí undanfarin ár eru kvinnurnar komnar á Tórsbreyt í góðari tíð, men ikki í ár. Allarhelst hava allar krokað so leingi sum gjørligt, tí tá tað nærkaðist upphitingini,…

Kvinnurenningin 2023

Kvinna og Bragdið skipa fyri Kvinnurenningini og leygardagin kl. 14.50 byrjar tiltakið á Tórsbreyt. Vit byrja við at hita upp og síðani fara áleið 1000 kvinnur antin rennandi 5 km ella gangandi einar 4 km, oman í Vágsbotn. Í hesum sambandi eru vegir stongdir eina løtu, so vónandi bera bilførarar yvir við okkum. Sí her:…

Rógvi og Marita FM vinnarar á ½ marathon

Leygardagin 6.mai var FM í ½ marathon runnið í Klaksvík. Samstundis var eisini gongu ½ marathon, 5 km stuðulsrenning og barnarenning. Til ½ marathon stóðu 55 luttakarar á listanum. Rógvi Kárason úr Bragdinum var fyrstur av øllum við tíðini 1:15:29. Aftaná honum kom Oliver Granhøj, eisini í Bragdinum, á mál við góðari tíð, 1:17:39. Oliver…

Úrslitini frá flaggdagsrenningini 2023

Góða, gamla og siðbundna flaggdagsrenningin var runnin í gjár í kalda norðanlotinum. Rennilíkindini vóru góð. Vit skipa saman við Sclerosufelagnum og meðan okkara uppgáva er at skipa renningina og tað, sum hoyrir til, hava tey ein hugnaligan bás har boðið verður til drekkamunn og prát. Allur peningurin sum kemur inn frá heilsurenningini, fer óskerdur til…

Rennivenjing við Bjørk

Hetta er Bjørk 😊 Hon er í barnsburðarfarloyvi, og í juni er hon klár at renna aftur og bjóðar tær við. Fokus verður á róligar túrar í hugnaligari samveru, so ert tú millum 25 og 35 ár ella har á leið, ert tú vælkomin við. Kom sum tú ert ella tak onkra við tær, kanska…

Vælkomin til flaggdagsrenningina 2023

Fyri 37. ferð, verður siðbundna flaggdagsrenning og aftur í ár eru vit í samstarvi við Sclerosufelagnum. Her er tíðindaskrivið: “Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning!   Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 37. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og…

½ marathon í Berlin

Sunnudagin 2.apríl var ½ marathon runnið í Berlin. Um 35000 luttakarar høvdu fingið startnummar og har ímillum vóru 5 mans úr Bragdinum. Allir komu á mál við góðum tíðum. Fyrstur av øllum var Rógvi Kárason og hann rann so skjótt sum 1:12:23. Rógvi hevur klárað Oyggjaleikakravið á ½ marathon, men hesa ferð rann hann eitt…

Rógvi og Ann-Mari eru føroyameistarar

Leygarmorgunin 25.mars var seinasta umfar í Raska Vetrarkappingini runnið. Hetta var samstundis kappingin um føroyameistaraheiti á 10 km teininum hjá kvinnum og monnum. Luttakaralistin hevur onkuntíð verið rúgvismiklari, men hetta hevur verið gongdin øll umførini í ár. Her skal tó sigast, at vit í Bragdinum hava møtt væl upp og víst okkara bláa lit, her…

Eitt gott vikuskiftið í Skive

Hetta vikuskiftið hava 12 ungdómar úr Bragdinum verið við til DMU í Skive. Mørk eru flutt og góðu úrslitini raplaðu inn. Raskur ungdómur, sum vit eru errin av. Tey leggja nógv fyri við venjingini fyri at koma so langt og tað er ikki minst ídnu venjararnum fyri at takka. Hjartaliga til lukku tit øll 🙂…

Aftaná aðalfundin

Aðalfundur felagsins var hildin í kvøld 1.mars. Av tí at felagshølini eru undir umvæling, var fundurin hildin í kantinuni í Hoyvíkshøllini. Aðalfundir plaga ikki at fáa fólk at møta, men tað var nú ikki heilt av leið kortini. Fundarstjóri var Hilmar Høgenni, og uppgávuna kláraði hann væl. Ann segði frá farna ári og fráfarandi kassameistarin…