Kvinnurenningin 2025

Leygardagurin 24.mai var ein góður dagur. Sirm og mjørki, aftaná at sólin hevði bakað um landið alt, fleiri dagar á rað. Men tíbetur gjørdi tað ikki mun fyri ársins Kvinnurenning, tí upp móti 1000 kvinnur møttu á Tórsbreyt, fyrst at hita upp og síðani at renna ella ganga 3 ella 5 km. Vit í Bragdinum…

Kvinnurenningin 2025

Leygardagin er ársins kvinnurenning, dagurin, tá kvinnur úr ymsum ættum hittast á Tórsbreyt, hita upp og renna ella ganga 5 ella 3 km og enda niðri í Hoydølum. Ein føgur ruta í umhvørvinum við Svartafoss, Skógrøktina, Hoyvíkina og Boðanes. Har er hugni, vatn og frukt og tíð at práta saman, meðan lutakast er um nógvar…

Fýra skjótir marathonrennarar

Sunnumorgunin 11.mai kl. 9.30 danska tíð, hoyrdist startskotið og marathon í Keypmannahavn fór í gongd. Bragdið hevði fleiri luttakarar við, sum vant, mugu vit siga, tí tað eru altíð fleiri, sum luttaka. Skjótt at ferðast til, sløtt ruta og ein framúr góður stemningur, sum lyftir teg allar 42,195 km á mál. Hendan kappingin var heilt…

Hjálparfólk til Tórshavn Marathon 1.juni

Eitt av okkara stóru tiltøkum, Tórshavn Marathon, verður sunnudagin 1.juni. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, sum krevur nógva og drúgva fyrireiking og vit hava síðani seinasta marathon, fyrireika ársins marathon. Og vit hava brúk fyri nógvum hjálparfólkum, soleiðis at rennararnir og gongufólkini kunnu kenna seg trygg úti á rutuni. Vit heita tí á øll,…

Margit sett føroyskt met!

Hetta vikuskiftið vóru okkara íðkarar í Tårnby, har kapping var. Eins og tey nógvu undanfarnu árini, var ein hópur úr Bragdinum við. Margit, sum er í Danmark í lestrarørindum, luttók eisini og hon setti føroyskt met á 300 m. Tíðin var 41,56 sek. Hon átti metið og tað var soleiðis, at sunnudagin skuldu bæði Oddvør…

Jacob knústi gamla rutumetið

Leygardagin var FM í ½ marathon í Klaksvík, NS ½ marathon. Hetta er eisini ein partur av teimum 5 hálvu marathon, sum útloysir eina medalju, um øll verða gjøgnumførd. Úr Bragdinum luttók ein fittur hópur, sum vanligt. Veðurlíkindini vóru góð, kalt, og ikki líkt hitabylgjuni, sum var í fjør. Okkara Jacob gjørdi ikki mætari enn…

Flaggdagsrenningin 2025 úrslit

Veðurlíkindi vóru góð, tá árliga flaggdagsrenningin var sett í gongd. Kalt og eitt lot yviri við Strond og stilli á Kongabrúnni. Vit samstarva við Sclerosufelagið um flaggdagsrenningina, vit skipa renningina og tey hava bás á Kongabrúnni, har tey bjóða kaffi og køku og so leggja tey upp til at øll eru vælkomin til prát. Og…

Henry!!

Í Bragdinum hava vit ein mann, sum hóast hann er farin um tey seksti, enn setir sær mál. Vit tosa um Henry Olsen, sum er ein av teimum skjótu rennararnum. Her fyri rann hann við í DM í Århus, sí aðra grein á heimasíðuni, og í gjár var hann við í EM í ½ marathon,…

Flaggdagsrenningin 2025

Okkara elsta rennikapping, flaggdagsrenningin, verður aftur í ár í samstarvi við Sclerosufelagið. Tíðindaskrivið er her:   Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning! Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 38. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga…

Hendingaríkt vikuskiftið

Hetta vikuskiftið hava fleiri av okkara langteinarennarum luttikið í kapping í Danmark. Tað byrjaði í Silkeborg fríggjakvøldið, tá Peter Jensen rann við í Backyard-kapping. Peter royndi hetta slagið av renning fyri fyrstu ferð. Hann er annars ein av teimum, ið skipar fyri Havnardalur Backyard Ultra, sum í august verður hildið fyri triðju ferð. Peter setti…