Góð FM úrslit fyri vaksin

Leygardagin 22.august var FM fyri vaksin á Tórsbreyt. Undirtøkan var ikki so galin, veðrið var av tí fræga og úrslitini vóru góð. Eitt fitt lot, nokk so kalt, men til flestu kappingarnar var vindurin góðkendur. Nógv kend andlit vóru við, og okkurt spennandi og nýtt andlit var at síggja, og til 5 km kappingina, luttóku…

Kvinnurenningin 2020

Kvinnurenningin, sum Kvinna og Bragdið skipa fyri í felag, verður í ár øðrvísi, enn hon plagar. Renningin skuldi verða í mai, var síðani flutt til 12. september, og fyrireikingarnar vóru í gongd nú Korona aftur fór at herja. Fyri at halda almennu tilmælini  er gjørt av, at Kvinnurenningin, hóast alt, verður. Men vit fara at…

Copenhagen Open við føroyskari luttøku

Hetta vikuskfitið var Copenhagen Open hildið í Hvidovre. Fýra íðkarar úr Bragdinum vóru við – Sigrið, Ró Apolonia, Jónas og Eiri. Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum ungu at royna seg millum aðrar íðkarar, tey ikki kenna, og undir øðrum, og kanska betri, umstøðum enn her heima. Úrslitini eru góð og eru samstundis góð at…

Myndir frá FM í ½ marathon. Rógvi Kárason vann

Í dag, 1.august, var FM í ½ marathon í Klaksvík. Tað skuldi verða í mai, men sum við so nógvum øðrum tiltøkum, órógvaði Korona tær ætlanirnar. Rógvi Kárason vann sannførandi og er sostatt føroyameistari 2020. Eins sannførandi gjørdist Rigmor N. Arge føroyameistari hjá kvinnunum. Okkara altíð klári, Fríðrikur, var á staðnum og hevur sent okkum…

Úrslitini frá ólavsøkurenningini

Ólavsøkan kann byrja, tí nú er renningin avgreidd! Í fagrasta renniveðrinum í dag, runnu børn og vaksin siðbundnu ólavsøkurenningina niðri á Skálatrøð. Úrslitini hjá teimum vaksnu eru her: https://www.webscorer.com/race?raceid=218128 og hjá U13 og U17 her: https://www.webscorer.com/race?raceid=218125 Dreingir U10: https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=218124&did=246732&gender=M Gentur U10: https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=218123&did=246730&gender=F Dreingir U7: https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=218121&did=246729&gender=M Gentur U7: https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=218120&did=246728&gender=F Takk tit øll fyri í dag og…

Kunning um Ólavsøkurenningina

Í dag kl. 18.00 byrjar ólavsøkurenningin niðri á Skálatrøð. Børnini renna fyrst og aftaná renna tey vaksnu. Start nummur skulu heintast í “Fabrikkini” t.v.s. aftan fyri Østrøm, í Sigmundargøtu. Tey kunnu heintast frá kl. 16.30. Yngstu børnini byrja renningina og ein vaksin rennir framman fyri tey og vísir vegin. U7 og U10 renna 420m og…

Tilmeldingin til Ólavsøkurenningina einans á netinum

Av tí at vit skulu halda okkum til almennu tilmælini um frástøðu, ber bert til at melda seg til ólavsøkurenningina á netinum. Tað vil siga, at EINGIN tilmelding er á staðnum, sum tað vanliga plagar at verða. Tí vilja vit heita á øll, sum fegin vilja renna við, um at melda til her: https://www.atgongumerki.fo/fif/  og…

Ólavsøkurenningin 2020

Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Renningin er, sum vanligt, mánakvøldið 27.juli kl. 18.00. Sjálvt um Ólavsøkan verður heilt øðrvísi, enn hon plagar, hava vit gjørt av at renningin verður. Vit halda okkum til almennu tilmælini frá Korona ráðgevingini og vænta, at øll gera tað sama. Karmarnir um renningina, eru…