Hetta vikuskiftið hevur Tårnby Games verið, og sum siður er, hevur ein hópur úr Bragdinum luttikið.
Kappingin plagar at verða í mai og Bragdið plagar eisini at fara við einum hampiliga stórum ferðalagið, við íðkarum, venjarum og avvarðandi, men orsakað av Koronastøðuni í verðini, var alt broytt. Kappingin var flutt og tilmælini skuldu haldast, so tað bar ikki til at fylla stadionøkið við áskoðarum. Ein kapping skuldi avgreiðast í senn, øll skuldu av breytini, og so kundu næsta kappingin byrja. Tann hugnin sum plagar at mynda Tårnby Games var tí ikki akkurát tann sami í ár. Men hóast broyttu umstøðurnar, vóru umstøðurnar at kappast góðar og úrslitini vóru eisini sera góð. Stuttligt hjá okkara íðkarum at royna seg ímóti øðrum, tey ikki kenna. Tað mennir tey ordiliga væl. Og tað kennist eisini gott hjá teimum, at venjingin gevur úrslit. Tey eru sera røsk og áhaldandi.
Aftaná kappingina hugnaðu tey sær saman, við at fara til tey vælkendu støðini, sum tey “eiga” at vitja, t.d. Tivoli og ikki minst Flammen, har tey ótu sær ein góðan bita.
Úrslitini eru niðanfyri og styttingarnar merkja:
PM = Persónligt Met / TK = Hevur klárað talentkrav fyri sín aldur / OYK = Hevur klárað oyggjaleikakravið / BM = Bólkamet
Og her eru nakrar myndir: