Vit byrja ólavsøkuna á Skálatrøð ella í hvussu er renna vit ólavsøkuna í gongd 27.juli kl. 18.00.
Tilmeldingin er afturlatin og startnummur skulu heintast í Fabrikkini, niðri í Rættará (Sigmundargøtu) Vit plaga at býta startnummur út har, men fyri tykkum, sum ikki vita hvar tað er, er lættast at siga, at tit skulu aftur um Østrøm.
GEVI GÆTUR!! Vit skulu gera vart við, at eingin tilmelding er á staðnum.
Vit býta startnummur út frá kl. 16.30 til 17.45 og gleða okkum at hitta tykkum.
Børnini renna fyrst, kl. 18.00. Tá tey eru liðug, renna tey vaksnu.