Sunnudagin skipa vit aftur fyri okkara serstøku kapping og sum er einasta av sínum slagi. Vit renna úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli.
Talan er bert um eina brekku frá byrjan til enda, tilsamans 9,8 km. Vit hava sett tíðarmarkið til 1 tíma og 45 min og tá skulu øll verða komin á mál.
Øll, sum koma á mál innan fyri tíðarmarkið, fáa luttakaraheiðursmerki.
Eisini fáa trý tey fyrstu vinnaraheiðursmerki og kappast verður í tveimum bólkum hjá monnum og kvinnum. Eldri enn 40 ár og yngri enn 40 ár.
Aftaná renningina bjóða vit ein drekkamunn inni í fjallinum og har ber til at skifta í turr klæðir.
Vilt tú bjóða tær sjálvum av, so er bara at melda til og fyri at tað skal verða lætt hjá okkum at skipa fyri, so er best at melda til nú!
Leinki er niðan fyri og har er eisini meiri kunning:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2469364/order/info
Vælkomin til Bragdið Top Run 2024