Bragdið Top Run var runnið í dag. Rennilíkindini vóru góð, ikki nógvur vindur og bara nakrir dropar. Gott útsýnið allan vegin, men á seinasta partinum av túrinum, var mjørki. So alt var sum tað átti 🙂
Øll tey luttakandi komu á mál innan fyri tíðarmarkið, sum vit hava sett til 1 tíma og 45 min. Vinnarin var Rógvi Kárason, sum rann væl og lá á odda allan vegin. Tíðin hjá honum var tann næstbesta higartil og eini 24 sekund frá føroyska metinum. Lydia í Lambanum var fyrsta kvinna og har var heldur eingin ivi um fyrsta plássið. Hjartaliga til lukku 🙂
Rutan er, sum vit plaga at siga, bara ein brekka og hon byrjar í Kollafjarðardali og endar á Sornfelli. Tilsamans um 9,8 km. Fleiri av teimum, sum runnu við í dag, høvdu runnið fleiri ferðir áður, meðan onnur royndu brekkuna fyri fyrstu ferð. Hørð ruta, ja, men ikki ómøgulig at gjøgnumføra. Hetta er eisini ein sjáldsom renning, sum ikki hevur sín líka her heima og vit eru takksom at vit kunnu brúka møguleikarnar inni í fjallinum, har tað ber til at skifta klæðir og fáa ein drekkamunn við heimabakaðum køkum. Her er Tommy okkum sera hjálpsamur og tað takka vit fyri.
Vit hava okkara egnu tíðtakingarútgerð og eru enn í eini royndartíð og í dag royndu vit at hava millumtíðir, sjálvt um rutan einans er 9,8 km. Tá ber til at fylgja við, hvar luttakararnir eru, og tað er bæði ein góð hjálp hjá fólkunum á málinum og hjá teimum, sum eru við hús. Ólavur Ellefsen er høvuðsmaðurin handan raceresult og Flóvin Eidesgaard er væl á veg 😉 Teimum at takka, riggaði skipanin til ug í dag.
Til hesa kappingina eru tveir aldursbólkar. Yngri enn 40 ár og eldri enn 40 ár og øll úrslitini eru á leinkinum niðanfyri:
https://my.raceresult.com/298821/live
Takk fyri hjálpina, tit í Bragdinum! Tit eru gull verd 🙂
Og takk fyri luttøkuna og vit síggjast heilt víst aftur í næsta ár.
Vinnaramyndirnar eru niðanfyri. Fleiri myndir eru á: https://www.facebook.com/media/set/?vanity=bragdid&set=a.1011291311005712