Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og í ár er 27.juli ein leygardag og tá liggur væl fyri at renna við hjá teimum flestu!
Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til Ólavsøkuna. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu.
Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.
Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina tí hetta er startskotið til ólavsøkuna.
Vit lata tilmeldingina upp nú og vóna, at tit sum fegin vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Lættari er tá hjá okkum at skipa fyri.
GEVIÐ GÆTUR!! EINGIN TILMELDING ER Á STAÐNUM!
Her er leinki: https://my.raceresult.com/298847/registration