Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Renningin er, sum vanligt, mánakvøldið 27.juli kl. 18.00.
Sjálvt um Ólavsøkan verður heilt øðrvísi, enn hon plagar, hava vit gjørt av at renningin verður. Vit halda okkum til almennu tilmælini frá Korona ráðgevingini og vænta, at øll gera tað sama.
Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til Ólavsøkuna. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.
Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og í ár er einki undantak, tí tað hevur verið sera soltið við kappingum í vár.
Tilmeldingina er latin upp inni á renn.fo. Vit vilja heita á øll, sum ætla at luttaka, um at melda til í góðari tíð. Í ár er eingin tilmelding á staðnum, men bert online. Tað vil tí siga, at tað skal meldast til í seinasta lagi sunnukvøldið 26.juli kl. 22.00. Leinki er her:
https://www.atgongumerki.fo/fif/
Meira verður at frætta um heintan av start nummarinum og hvussu kappingin fer at ganga fyri seg.
Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2020