Sunnudagin verður tað! Dagurin, tá Føroyar Renna.
Vit eru ovurfegin um tað metstóru undirtøkuna, tiltakið hevur fingið og í skrivandi stund streyma tilmeldingarnar inn. Arbeitt verður við kraft at fáa øll start nummurini send við telduposti til luttakararnar.
Her er ein stutt vegleiðing til í morgin:
Føroyar renna, soleiðis gert tú:
1. Melda teg til her:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1134006/order/info?fbclid=IwAR3Z-jy23CCaYlBxK3JAf2Dr0OAPJaFb65vvNyDNgIlFXFczm4Gy4TTS2-g
2. Tú fært eitt startnummar sendandi við telduposti, prenta tað út og set á bringuna, tá tú fert at renna/ganga.
3. Renn/gakk tá tað liggur fyri hjá tær, har tú hevur hug.
4. Skráset tíðina á renn.fo og tú kemur á úrslitalistan.
5. Tú fært eitt heiðursmerki. Vit lýsa, hvussu tað verður skipað.
Vit fara eisini at stroyma beinleiðis millum kl. 13 og 15, so hevur tú face-time, so er at hava tað tendrað 🙂 Leinki er her:
https://www.facebook.com/2002fif/
Minnist til at taka myndir og at leggja tær út á sosialu miðlarnar við #føroyarrenna2020
Góðan túr 🏃♂️🏃♀️🏅🇫🇴