Snimma ein morgun í september, sást á einum av okkara Facebookbólki, at Hallur Holm legði eina myrka mynd út, kl. 04.00. Har sást bara eitt ljós, sum flutti seg í myrkrinum. Hann fylgdi sínari betri helvt, Elisabeth Larsen til Gásadals, tí hon skuldi renna til Viðareiðis. Tað er longsti punkt til punkt teinur, sum er eftir koyrivegi í Føroyum, 112,4 km, sum hon skuldi gjøgnumføra. Hon gjørdi einki hóvasták burturúr túrinum áðrenn, tí henni dámar best at klára seg sjálva. Fýra steðgir við bensinstøðir hevði hon stungið út í korti, har hon kundi eta og møguliga skifta sokkar og skógvar.
Elisabeth fekk ilt í knøini. Fyrst í tað eina og tá skiftivís rann og gekk hon, men tá bæði knøini gjørdu vrøvl, fór hon at ganga. Gjøgnumføra vildi hon. Komin til Klaksvíkar, sær hon at teinurin er longri enn hon upprunaliga hevði ætlað, men so var at grava djúpt og manna seg upp sálarliga og fara víðari. Hon kom í øllum góðum til Viðareiðis, nakað seinni enn ætlað, men glað, tí hon gjøgnumførdi túrin, sum var tað hon vildi. Viljasterk kvinna!
Elisabeth gekk og rann á 5 oyggjum, 9 tunlum, yvir eina brúgv og eina byrging, brúkti 2 pør av skóm, tankaði upp á fýra bensinstøðum, einsamøll, og fekk bert hjálp frá einum sjafføri. Og júst sjafførurin hjá Elisabeth, skal hetta vikuskiftið renna Back Yard Ultra í Horsens og tá er tað Elisabeth, sum stendur á síðulinjuni og hjálpir Halli.
Hjartaliga til lukku við avrikinum, Elisabeth 🙂