Tað hevur gingið striltið at seta vetrarkappingarnar í gongd, men loksins eydnaðist! Leygarmorgunin kl. 11 var talt niður og fyrsta vetrarkappingin, sum av røttum átti at verið tann triðja, var sett í gongd. Korona og hálka hava sett dagsordanina í november og tí eru tvær kappingar avlýstar og útsettar.
Umstøðurnar í Kollafirði eru góðar. Rutan er sløtt og góð og einasta “forðingin” er, at tað hesa ársins tíð kann verða hált. Men vegirnir vórðu saltaðir frá morgunstundini, tað syrgdi kommunan fyri, og tí var gott at renna. Eisini eiga vit góðar Bragdalimir í Kollafirði, sum altíð eru klárar at hjálpa við hølum og at gera kaffi o.a. og tað eru vit takksom fyri.
Nøkur børn runnu við og hjá gentunum vann Sigrið Hansdóttir úr Bragdinum sannførandi. Bert ein drongur rann við, men hann gjørdi ikki mætari enn at renna allan teinin, sum tey vaksnu runnu, so í staðin fyri 3 km, rann hann 10. Tað var Silas Rasmussen og fyri tað avrikið fekk hann sjálvandi eitt gullheiðursmerki,
Hjá kvinnunum vann Maria Biskopstø, úr Treystinum, og hjá monnunum vann Bjarki Johannesen úr Roysninum. Báðir tvey´ararnir vóru úr Bragdinum, Peter Jensen og Marita Andrasardóttir.
Annars vóru nógvir luttakarar úr Bragdinum og tí fullu fleiri heiðursmerki í okkara lut, sum tit síggja á úrslitalistanum og á myndunum.
Vit takka fyri góða hjálp, góðan ítróttaranda og vit síggjast aftur til næstu kapping.
Øll úrslitini eru at síggja her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=262189
Niðan fyri eru nakrar myndir og enn fleiri eru á Facebooksíðuni, Ítróttarfelagið Bragdið.