Í allar fagrasta summarveðrið var Tórshavn Marathon runnið í dag. Karmarnir vóru framúr góðir frá byrjan til enda. Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu og setti renningina í gongd. Eisini helt Durita Tausen frá Krabbameinsfelagnum røðu. Bragdið og Krabbameinsfelagið samstarva um gangi ½ marathon, og ein partur av tí, sum kemur inn, fer til Krabbameinsfelagið. Speakari á Vaglinum, var Hallur Holm.
Vinnarar í marathon vóru útlendingar, Raoul Jankowski úr Týsklandi og Louise Skak, sum er donsk, men rann fyri eitt norskt felag. Fyrsti føroyski maðurin var Andrias Hansen úr Bragdinum og fyrsta føroyska kvinnan var Hallbjørg Danielsen úr Roysni, sum rann sítt fyrsta marathon. Raoul setti rutumet við tíðini 2.44.48. Cecil Weihe og Martin Gravesen úr Bragdinum vóru nummar 3 og 4.
Fyrsti ½ marathon rennarin var italiumaðurin Dionisio Fernandez og fyrsta kvinnan var Valborg Heinesen, við Anniku Thomsen í hølunum og tær eru báðar í Bragdinum. Henry Olsen og Regin Zachariassen, eisini úr Bragdinum, vóru nummar 2 og 3.
Úrslitini í ½ marathon eru her:
https://app.lap.io/event/2017-torshavn-marathon/results?category=RACE-21km
Og marathon úrslitini eru her:
https://app.lap.io/event/2017-torshavn-marathon/results?category=RACE-42km
Gangi ½ marathon úrslitini eru her:
https://app.lap.io/event/2017-torshavn-marathon/results?category=HMGHM
Myndamaður okkara, Ólavur Frederiksen, var og tók eina rúgvu av góðum myndum, sum verða lagdar út seinni. Her er ein brellbiti:
Og meðan vit bíða eftir fleiri frálíkum myndum, kunnu vit njóta nakrar, sum eru tiknar við fartelefon á máløkinum og rundanum: