Ímeðan fyrireikingarnar eru upp á sítt hægsta til Tórshavn Marathon, hava fleiri føroyingar /Bragdarlimir, runnið marathon. Ikki tí at tað er so óvanligt, men úrslitini hava verið sera góð. Seinasta vikuskiftið var Copenhagen Marathon og úr Bragdinum runnu eini 10 limir. Formaðurin í FÌF, sum er sera snildur við penninum, skrivar soleiðis á renn.fo:
Í gjár var so Copenhagen Marathon. Sum altíð var eisini hópurin av føroyskum rennarum við. At vit í Føroyum hava nógvar sterkar veteran-rennarar vita vit øll, men í gjár fingu danir tað so eisini at síggja. Vit hava fyrr skrivað um Jens Weihe, sum hevur framt tað bragd at vinna sín aldursbólk til Copenhagen Marathon – tað hevur hann gjørt tríggjar ferðir. Men í gjár gjørdu bæði Cecil Weihe og Krista Nielsen honum kunstin eftir!!
Tað sær út til, at Cecil Weihe kann renna 2.50 tímar líka mikið hvussu gamal hann blívur. Og nú megna javnaldrarnir ikki at fylgja honum longur. Í Keypmannahavn í gjár vann Cecil bólkin 50-54 ár. Við tíðini 2.49.37 tímar var hann tríggjar minuttir nærmasta kappingarneyta. 757 menn vóru í bólkinum 50-54 ár. Av øllum monnunum gjørdist Cecil nummar 71.
Eitt er at Cecil blívur við at renna við somu ferð hóast aldurin hækkar. Hjá Kristu Nielsen er enn verri. Hon rennur bara skjótari og skjótari. Og eisini hon vann bólkin 50-54 ár framman fyri 217 aðrar kvinnur. Við tíðini 3.17.35 tímar endaði føroyameistarin samlað nr. 40 av 2.221 kvinnum.
Og ikki nokk við tí. Á øðrum plássi kom sjálv Bragdarforkvinnan Ann Thomsen, sum eins og Krista setti persónligt met. Tíðin hjá Ann var 3.22.50 tímar, og rakk til eitt samlað pláss nr. 67.
Topplaseringar til hesar dámurnar, sum hava vant so dúgliga.
Í bólkinum 45-49 ár vóru eisin føroyskar topp-plaseringar. Duruta á Lofti bleiv nr. 3 við 3.22.23 og hjá monnunum bleiv Súni Lamhauge nr. 4 við 2.50.50.
Nógvir aðrir føroyingar runnu í Keypmannahavn. Stuttligt var at síggja Valborg Heinesen á úrslitalistanum aftur. Hon er tó ikki enn komin veruliga upp í ferð. Við 3.26 tímar er hon enn ein stóran hálvan tíma frá sínum besta. Men tað fer at koma.
Og í apríl, rann Beinta Hoydal Joensen London Marathon, har hon setti eitt so dyggiligt persónligt met. Hon var so heppin at fáa eitt start nr., frá einari, sum ikki kundi fara. Annars er bíðitíðin til London fleiri ár! Beinta kom á mál við tíðini 3.14.57, so hon skavaði einar sjey minuttir av sínari bestu tíð áðrenn London.
Sigast skal um Copenhagen Marathon, at áskoðararnir vóru óførir at heppa. Fult av fólki var allan vegin fram við, stór sum smá, og tað ger sítt til, at upplivingin er heilt serlig. Vit hava nógv at læra! Men kanska næsti leygardagurin fer at vísa okkum, at vit føroyingar eisini tíma at stuðla marathon rennarum! Tit eru í hvussu so er vælkomin út á gøturnar 3.juni frá kl. 13.