Í føroyska renniumhvørvinum kenna vit tey. Hann, tí hann hevur vunnið eitt ótal av rennikappingum, frá styttri teinum, til marathon, og fyri hansara vitan og íkasti til frælsan ítrótt í Føroyum. Hevur verið formaður í FÍF fleiri setur, til hann í vár takkaði fyri seg. Hon er ikki líka almenn, men hon er hansara maki. Byrjaði at renna fyri nøkrum árum síðani og hevur luttikið í fleiri kappingum her heima. Er komin har til, at eitt marathon er bara venjing. Tí hon er eisini fallin fyri ultra renningum.
Hallur Holm og Elisabeth Larsen! Tey eru í parlagi og saman hava tey hetta vikuskiftið luttikið í Vassa loppet, har rennast skuldi heilar 90 km. Bæði gjøgnumførdu, og Elisabeth er fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur runnið so langt.
Hallur skrivaði soleiðis, dagin fyri:
Vasaloppet! Tađ svenskasta av øllum svenskum, iđ hugsast kann. Ímyndin av svenska frælsinum, sum Gustav Vasa var ein av høvuđsmonnunum fyri afturi í 1522, tá Kalmar-uniónin og Kristjan 2. Kongur máttu lúta.
400 ár seinni, í 1922, var Vasaloppet fyrstu ferđ fyriskipađ. Ein 90 km long skíđrenning frá Sälen til Mora í Dalarnas len. Luttakarataliđ er økt ár um ár, og mark varđ fyri nøkrum árum síđani sett viđ 15.500. Útselt plagar at vera eftir 20 minuttum.
Í 2014 var teinurin á fyrsta sinni runnin. Ultravasan kallast hendan kappingin, og hevur hon veriđ í mínum tonkum hesi fimm árini.
Og í morgin verđur tađ. Tá skal eg renna hesar 90 kilometrarnar og renna á mál undir gamla málportriđ viđ áskriftini: I fäders spor – för framtids segrar.
Mađurin á myndini er Jonas Buud. Ein av heimsins bestu ultrarennarum. Hann kemur frá málbýnum Mora, og er hann sum bar so í bandiđ, at Vasaloppet eisini gjørdist rennikapping. Hann vann bæđi tey fyrstu árini.
1.200 rennarar fara at renna 90 km. Fleiri rennarar í heimsflokki eru komnir eftir stóru pengavinningunum. Ikki eitt kloviđ oyra fellur í mín lut. Men eg fari at gera mítt besta. Serlig heiđurmerki eru til teir, sum renna undir 9,5 tímar. Tađ ætli eg mær at klára, og helst ein tíma skjótari enn tađ.
Sum skrivað, gjøgnumførdu tey bæði tvey. Hallur við tíðini 7:57:14 og Elisabeth 12 tímar og 9 minuttir.
Hallur ger status dagin eftir:
Mín túrur í gjár gekk ómetaliga væl. Serliga tí eg ikki havi havt so nógva tíđ at venja í og tí at gamlir og nýggir skađar allatíđina spøkja.
Eftir eina varliga byrjan, har eg viđ næsta høvuđspostin var nummar 80, byrjađi eg so smátt at taka meg fram og endađi heilt frammi sum nr 27 og nr 2 (av fleiri enn 100) í mínum aldursflokki, 50-54)
Rennitúrurin eystur gjøgnum Dalarna var ótrúliga vakur. Skógur og vøtn allan vegin.
Teinurin var í støđum tekniskt krevjandi og tók nógv av ferđini, samstundis sum man møđist eyka nógv. + 900 hæddarmetrar. Tí var eg sera vælnøgdur viđ tíđina 7.57.14 tímar, sum svarar til 5.18 min/km.
Elisabeth var eisini stak væl nøgd viđ sítt úrslit. 12 tímar og 9 minuttir rann hon út í eitt!
Elisabeth hevur fyrireikað seg væl til túrin og hevur vant miðvíst. Hevur mangan runnið í tímar, fyri at styrkja sítt úthaldni, sum krevst, tá tú skalt renna í so langa tíð. Ikki ger hon nógv hóvasták burturúr sær sjálvari. Hon rennur bara og sær út til at njóta hvørt fet.
Vit í Bragdinum, ynskja tykkum hjartaliga til lukku við avrikinum, og njóti nú sigursrúsin. Vit eru sera errin av tykkum, og kenna vit tykkum rætt, hava tit longu funnið eitt nýtt mál at venja fram ímóti. Bestu eydnu.