Okkara einasta føroyska marathon, Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018, var tann 3.juni. Í ár var metluttøka og alt tiltakið gekk væl. Tað hevur kravt hart arbeiðið, bæði av marathonbólkinum, mannaður við limum úr felagnum, sum sjálvboðin hava arbeitt í næstan eitt ár, fyri at fáa alt at ganga upp og eisini av øðrum góðum kreftum. Eitt er okkara egni arbeiðsinnsatsur – og eitt annað eru allir okkara stuðlar. Uttan stuðlar, hevði tað als ikki borið til og vit takka so hjartaliga fyri allan stuðulin.
Atlantic Airways, sum er høvuðsstuðul.
Marine Harvest, sum borðreiddi við leskiligari laksamáltíð.
Krabbameinsfelagið, fyri gott samstarv.
P/F Leif Mohr og LM-Electric, sum lótu stuðulsupphæddina til rutumetið. Í ár settu fremsta kvinna og maður nýtt rutumet.
Føroya Bjór, sum bjóðaðu vatn í startposarnar og við málstrikuna, og øl niðri á Perlutorginum.
MBM, sum lat FIT og kakao til rennararnar við málstrikuna.
P/F Poul Michelsen, sum lat fruktina.
Tórshavnar Kommuna, Landsverk og Politi, sum er ein týðandi viðspælari, og góð í ráðum, so alt er í tryggum hondum.
Visit Faroe Islands, sum letur stuðulsupphædd.
Jógvan Weihe, sum lat ruskíløtini
Raw-bite, ið var latið øllum í startposunum.
Føroya Prent, fyri prentaðu start nummurini.
Formula, sum er klokkustuðul.
Musikkskúlin, sum við musikspírunum undirhelt á Vaglinum.
Boðanesheimið, sum aftur í ár fingu búð- og starvsfólkini út at stuðla, tá rennarahópurin rann framvið Strond.
Rynkeby súkklarar, sum settu dám á úti á rutuni, við at súkkla aftur og fram í eyðkendu, gulu búnunum.
Bragdarkvinnur, sum bakaðu góðar føroyskar skuffukøkur, sum imponeraðu útlendingarnar.
Og allir okkara góðu limir, sum eru fúsir at hjálpa til.
Túsund takk fyri øll somul 🙂