Seinasta leygarmorgun, meðan nakrir hundrað rennarir fyrireikaðu seg til FES stafettina her í Havn, gjørdi Herluf Jakobsen seg kláran til eina heilt aðra avbjóðing í Danmark. Hann skuldi renna við í Ultraløbet Ringkøbing Fjord Rundt 2018. Teinurin er heilar 100 km.
Herluf hevur runnið fleiri marathon. Hann er ein av trimum føroyingum, sum hevur runnið seks tey størstu marathon og fingið heiðursmerki fyri avrikið. Og tá 42,2 km ikki vóru nokk, leitaði hann sær eftir nýggjum avbjóðingum. Í juni luttók hann í 8 tíma trail í Rebild bakker. Hetta dámdi honum væl og smakkaði av fleiri kilometrum og tí fann hann hesa avbjóðingina av venja fram ímóti. Men hetta kemur ein ikki sovandi til og Herluf hevur vant miðvíst í eitt hálvt ár og runnið túsundtals kilometrar fyri at verða klárur til renningina. Tíverri hava skaðar plága hann uppundir hesa seinnu avbjóðingina og tað merkti hann sera nógv til leygardagin. Men tvørur, sum ein gøtumaður nú kann verða, vildi hann ikki gevast, og skiftivís gekk og smárann Herluf líka til hann hevði lagt allar 100 km afturum. Vit, sum kenna hann, undrast ikki, tí setir hann sær nakað fyri, ger hann tað við heilum hjarta. Einki hálvt avrik frá hansara síðu.
Tíðin hann brúkti, var nakað væl longri enn ætlað, men hann kom á mál, og tað gleddist hann um, hóast alt.
Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við bragdinum og kenna vit teg rætt, hevur tú longu funnið tær okkurt annað at renna fram ímóti, tá tú ert blivin skaðafríur aftur.