Vit hava fingið eina góða frágreiðing úr Skive:
Sunnudagur 1/3-2020 í Skive
Bára, Bjørg og Margit í trýstøkkið
Kl 9:30 í morgun, vóru tað Bára, Bjørg og Margit, ið byrjaðu dagin við at loypa trýstøkk. Hetta var dagsins fyrsta kapping hjá Bragdinum. Tær fingu allar 6 lop.
Bára fekk 3 góðkend lop, har bert tað eina eydnaðist henni væl. Longdin bleiv skrásett til 10.28 sum er hennara besta úrslit í ár og gav henni eisini triðja plássið. Tó er nakað eftir til hennara persónliga besta innandura, sum er 10.55. Hetta fer hon málrættað at arbeiða við nú.
Bjørg var ikki væl nøgd við sína kapping. Hon fekk tíverri ikki longd í lopini, men er tó glað fyri, at hon fekk tilrenningina at rigga.
Margit er fyri stuttum flutt til Viborg, at ganga á háskúla og er júst nú byrjað at venja við donskum felag. Tískil hevur venjingin fram til kappingina ikki verið optimal. Hon klárar tó at loypa út um 10m, og er tað góðkent, tá ið atlit verður tikið til umstøðurnar. Meira neyvt, bleiv hennara besta lop skrásett til 10.06 m og gav hetta henni fyrsta plássið.
Andreas á 60m rimarenning
Rimarenning er ein tekniskt sera krevjandi grein, ið Andreas vanliga ger seg sera væl á.
Hann hevði eisini ein ok start. Men longu um fyrstu rim, komu armarnir hjá honum og síðumanninum at nerta hvønannan. Hetta gjørdi, at hann misti rútmuna, ið er sera umráðandi í hesi grein. Og tá ið øll kappingin bert er fá sek, er ikki nógv meira at geva av, tá ið 2 rimar ikki riggaðu.
Andreas hevur runnið teinin uppá 8.65 sek og í dag bleiv tíðin 9.48 sek og hetta er hann sjálvsagt ikki nøgdur við. Hann kemur sterkt aftur.
Teresa á hæddarlopið
Og kl 11:55 slapp Teresa endiliga í eldin, tá ið hæddarlopskappingin hjá g 18-19 ár fór ígongd. Teresa fekk góða hjálp og vegleiðing frá lopvenjaranum hjá Hvidovre.
Byrjunarhæddin var 1.45 m og leyp Teresa elegant og uttan trupulleikar uppum stongina. Næsta hædd var 1.50m og her miseydnaðust fyrsta og næsta royndin. Men í triðju royndini leyp hon flott upp um stongina. Síðani bleiv hæddin 1.55 m, ið hon eisini leyp væl upp um í fyrstu roynd. Hon hevði 3 góðar royndir upp um 1.58m. Men tað eydnaðist tíverri ikki. Hon var tó sera nær við.
Uttan nakra madrassu at venja við í Føroyum er hetta eitt gott úrslit. Hon blívir nr. 4 av 4. Men nr. 2, 3 og 4 høvdu somu endahædd. Men av tí, at Teresa hevði eina niðurríving á 1.50m, koma tær fram um Teresu.
Hóast hetta ikki er persónligt met hjá Teresu er lopið so mikið gott, at hon klárar kravið til luttøku á oyggjaleikunum 2021. Tað ynskja vit Teresu hjartaliga tillukku við. Harafturat setur hon bólkamet fyri g 19.
Andreas 200m
Eftir at hava runnið 60m rimarenning, sum ikki gekk eftir ætlan hjá Andreasi, brúkti hann drúgva tíð at fyrireika seg til 200m, sum fór av bakkastokki kl. 14.15.
4 riðlar vóru, sum beinleiðis finala og Andreas var við í 3 riðli. Fyrireikingartíðin hjá Andreasi gjørdi honum sera gott. Rann teinin uppá 23.80 sek og skavaði sostatt 3/100 sek av sínum persónliga meti, ið hann sett í Stórmót í Íslandi. Eitt úrslit, ið hann kann verða glaður um.
Jónas 200m
Eftir ætlan, skuldi Jónas eisini renna 1500m fyrr í dag. Men fyri at kunna hugsavna seg um 200m, valdi hann longu í gjár, ikki at renna 1500m.
Hetta vísti seg at verða ein góð raðfesting. Jónas rann teinin uppá 24.83 sek, ið er ein sera góð betring av hansara persónliga meti, ið var 25.31 sek, og sum hann setti fyri mána síðani í Íslandi. Úrslitið er eisini eitt flott bólkamet fyri d15.
Elisabet 200m
Síðani var tað Elisabet, ið skuldi renna sín 200m. Hon rann í 3. av 4 riðlum. Tíðin bleiv 27.15 sek, ið var ein betring uppá 10/100 sek frá kappingini í Íslandi í januar. Eisini er hettar hennara persónliga innanduramet og betri enn føroyska innadurametið, ið Maria Biskopstøð tók í riðlinum áðrenn Elisabet. So sjálvt um hon kundi hugsað sær at runnið teinin skjótari, er hon sum so nøgd við úrslitið.
Andreas longdarlop
Seinasta einstaklingakappingin í dag, var longdarlop hjá Andreas. Teir vóru 7 luttakarar, ið allir fingu seks lop í part.
Fyrstu trý lopini hjá Andreasi vóru góðkend, har triðja lopið var 6.15m og var hetta eisini longsta, góðkenda lopið.
Andreas var seinasta skúlaár á eftirskúla í Vejle, har hann hevði ein lopvenjara, Christa, ið var knýtt at Vejle Atletikklub. Christa var í dag komin framvið í Skive, at hyggja at íðkarunum og var tað sjálvsagt, at hon stuðlaði Andreas undir kappingini.
Seinastu 3 lopini hjá honum høvdu sera góða longd, men tíverri vóru tey øll trý yvirtraðk. Útfrá hesum at døma, hava vit gott í væntu til kappingarnar í summar.
Boðrenningar
DMU endaði við boðrenningum, ið altíð eru sera stuttligar og spennandi at fylgja við í. Bragdaíðkarar vóru við í fýra av boðrenningunum, saman við íðkarum frá Hvidovre. 3 av liðunum fingu heiðursmerkir.
Í morgin venda vit nøsini, fyrst ímóti Keypmannahavn, har vit fara at brúka seinnapartin, og flúgva síðani til Føroyar í annakvøld. Flestu okkara sera væl nøgd við avrikini.