Leygarmorgunin 8.februar var Betri VK5, sum samstundis var FM í Lendisrenning. Bragdið og FíF skipaðu fyri. Runnið var í náttúruvøkru perluni í Hoydølum, úti á fløtuni og inni í plantasjuni. Ikki er nógv asfalt undir fótunum, og tí er hetta ein avbjóðandi og øðrvísi renning enn hinar renningarnar eru. Men uppmøtingin var góð og nógv var lagt fyri. Tað hevur mestsum regnað út í eitt síðani december mánaða, so fløtan var dýggjvát. Ikki er gott at verða sartur, tí man fær upp í skógvin av vætu og runu.
Fyrstur, og við skjótasti tíðini higartil, var Signar B. Røsvik úr Bragdinum. Tíðin var 31.14. Signar rann sera væl og var á odda allan túrin. Honum á bakið komu Eirikur Hansen, Bragdið, og Helgi Winther Olsen. Teir báðir fylgdust allan vegin, men Eirikur var tann skjótari til endan og kom á mál við tíðini 34.06. Helgi hevði tíðina 34.25.
Hjá kvinnunum var heldur eingin ivi. Maria Biskopstø vann sannførandi við tíðini 40.04. Hon skuldi bara gjøgnumføra túrin uttan tað stóra hóvastákið, tí hon ger seg klára til DMU. Næsta kvinna var Ann-Mari av Skarðið, Bragdið, við tíðini 41.41 og Rigmor N. Arge, Hvirlan, var triðja kvinnan. Tíðin hjá henni var 42.20.
Sum vanligt, vóru eisini fleiri bólkar og har var Bragdið væl við. Ann-Mari av Skarðið var FM vinnari hjá veterankvinnum, Jóhanna Vang FM vinnari í bólkinum superveterankvinnur, Signar B. Røsvik var eisini FM vinnari í bólkinum veteranar, og Andrass Joensen var FM vinnari hjá superveteranunum hjá monnunum.
Børnini runnu tvey umfør og hjá dreingjunum vann Rúni S. Vang, Bragdið, og gjørdist føroyameistari. Nils Eiriksson, eisini úr Bragdinum var nummar tvey og triðji drongurin var Christian S. Andreasen, Treysti. Hjá gentunum vann Vibeka Eihilt Sivertsen, og gjørdist eisini føroyameistari, og Tabita Hvannastein var nummar tvey. Báðar eru úr Treystinum.
Tíðirnar eru her: https://www.webscorer.com/race?raceid=209979&live=1&fbclid=IwAR2_r1PJ8mkjaR9peSj84tKk1phX8J_b0kJHadX3Da1OtL5aY6mP8KXwA-0
Aftaná renningina bjóðaðu vit ein drekkamunn í Fimi. Borðreitt var við góðum vaflum, sum Bragdarkvinnur høvdu bakað. Anna og Ingunn tóku sær av gera klárt og servera fyri okkum øllum. Har handaðu vit eisini heiðursmerkini. Tað er altíð hugnaligt við slíkum løtum aftaná og hendan var einki undantak.
Rennararnir fingu vatn frá Damfar og ítróttar kakao frá MBM.
Fríðrikur og Arnfinnur tóku frálíkar myndir, sum liggja á okkara Facebooksíðu:
Hjartans tøkk til øll, sum hjálptu til. Bæði dagarnar undan, sjálvan dagin og uppruddingina aftaná tað heila. Bragdið var einki vert uttan tykkum.