Leygardagin var VK2 á skránni og aftur hesa ferð settu Bragdarlimir dám á við góðari uppmøting.
Somu vinnarar vóru, sum seinast, so í so máta var eingin broyting í oddastríðnum. Eisini vann okkara Hans Erland dreingjabólkin, Henry og Hergerð vunnu veteranbólkin, Karin Maria var fyrsta superveterankvinnan og Jóngerð var best í ultraveteranbólkinum.
Øll úrslitini eru niðanfyri her:
Fult av myndum, sum Bjørg hevur tikið, eru her:
http://www.hvirlan.fo/myndir/2018-2/nggallery/2018/20181117_Kerjar/page/2http://
Næstu vetrarkapping hava vit ábyrgdina av og hon verður leygarmorgunin 1.december kl. 11.00. Tá verður runnið á gomlum gøtum frá Tórsbreyt og har um leiðir.