Alt fær ein enda og tað fingu Oyggjaleikirnar á Guernsey eisini. Sætti og seinasti kappingardagurin var fríggjadagin og tá skuldu seinastu kappingarnar avgreiðast.
Her er ein frágreiðing frá FíF:
“Dagurin byrjaði við stakkappingum, har Marita Andrasardóttir (Bragdið) skuldi renna hálvmaraton, Miso Buha (Bragdið) og Tórur Mortensen (Hvirlan) skuldu leypa trístøkk, Teresa F. Bláhamar (Bragdið) hæddarlop og Rebekka Fuglø Poulsen og Maria Biskopstø (báðar Treysti) skuldu renna eina 800m finalu.
Marita hevði sum mál, at renna teinin undir 1.28 t. Renningin gekk fyri tað mesta væl og kom Marita á mál sum nr 9 við tíðini 1.27,58 min.
Hjartaliga tillukku við avrikinum, Marita 

Fyri Miso, gekk trístøkk kappingin væl, har hann megnaði at leypa besta lopið í ár, uppá 13,43m og var hetta eisini nokk til eitt flott silvur heiðursmerki.
Hjartaliga tillukku Miso 

Fyri Tór gekk ikki líka væl. Hann fekk ikki lopini at sita, helst orsaka av skaða í fótinum. Hann leyp 13,40m. Og hóast, at hann ætlaði sær nógv longri út, var hetta nokk til eitt triðja pláss og eitt bronsumerkið.
Hjartaliga tillukku Tórur 

Hjá Teresu á hæddarlopinum gekk væl.
Teresa hevði eina flotta kapping, har hon kom heilt uppá 1,60m, uttan at ríva stongina niður.
Persónliga metið hjá Teresu er 1,61m og er tað eisini føroyska metið. Ynskið var sjálvsagt, at koma yvir hesa hæddina. Men stongin bleiv flutt 5 cm upp hvørja ferð og 1,65 m var ov høgt hjá Teresu. Teresa leyp seg til eitt flott bronsumerkið.
Hjartaliga tillukku Teresa 

Tað vóru tær báðar Treystadamurnar, Rebekka Fuglø Poulsen og Maria Biskopstø, sum vóru við í 800m finaluni. Hetta bleiv ein sera taktiskt renning, ið helst gjørdi, at tíðirnar ikki vórðu tær bestu. Rebekka var tó tann fyrsta, ið trekti frá. Rebekka megnaði at koma inn á triðja plássi við tíðini 2.17,73 min og ein flott bronsa til Rebekku.
Hjartaliga tillukku 

Maria kom inn sum nr 6 við tíðini 2.21,86 min.
Síðani vóru tað okkara kvinnur, sum runnu 4x100m boðrenning. Hetta var ein sera spennandi kapping, har væntanir og vónir vóru um eitt heiðursmerkið.
Tær løgdu sera væl til brots og lógu á fyrsta plássi, heilt inntil triðja skiftið, sum tíverri miseydnaðist, og er hetta diskvalifikatión. Júst skiftini er partur av boðrenningum, sum ger kappingina sera nervapirrandi og spennandi at fylgja. Og serliga á 4x100m er vandin altíð tilstaðar. Sera harmiligt, at hetta ikki eydnaðist teimum. Men eitt absolutt góðkent avrik. Vit gleða okkum, til næstu 4x100m boðrenning hjá tykkum, tí hetta teknar sera gott 

Og so var tað finalan í 4x400m boðrenningini hjá okkara monnum. Teir runnu allir sera væl, við góðkendum skiftum og komu á mál sum nr. 2, við tíðini 3.18,31 min og er hetta nýtt føroyskt met. Á innleiðandi renningini hósdagin, kvettu teir 11 sek av gamla føroyska metinum. Og í dag minkaði metið aftur við uml 7 sek.
Hjartaliga tillukku tit allir við flottu tíðini og silvurmerkinum.
Og seinasta kappingin fríggjadagin var 4x400m hjá kvinnunum.
Tær megnaðu at koma á mál við tíðini 3.53,64 min og er hetta eisini nýtt føroyskt met.
Sera flott renning, ið rakk til eitt bronsumerkið .
Hjartaliga tilluku allar samlar
“

Vit, sum hava verið heima í Føroyum, hava havt møguleikan at fylgt væl við frælsum ítrótti, tí stroymingin hevur verið góð. Tað syrgdu fyriskipararnir fyri. Eisini hava tit í FÍF lagt kunning út ordiliga skjótt aftaná at kappingarnar endaðu og vit hava kent tað, sum vit hava verið við á bananum. Takk skulu tit hava fyri tað.
Hjartaliga til lukku tit øll, íðkarar og venjarar 🙂 Gott at øll tann harða venjingin tit í Bragdinum hava lagt fyri dagarnar, gevur úrslit. Sjálvt um tað ikki altíð røkkur til heiðursmerki, er gott at framgongd er at hóma. Vónandi eru tit komin heim í øllum góðum, fylt við góðum upplivingum. Og kenni eg tykkum rætt, so eru tit skjótt at síggja aftur á Tórsbreyt, við Jógvani og Debes á odda.
Her eru nakrar myndir, FÍF hevur lagt á sín Facebookvanga:







