Leygardagurin tann 26.august var ein góður dagur. Tá var Faroe Express Stafettin og í allar fagrasta veðri runnu og gingu heili 396 lið við trimum luttakarum hvør, niðri á kajøkinum. Hetta er metluttøka og vit eru enn í hopla!
Tað var fyri nøkrum árum síðani, í 2012, at ein nevndarlimur í Bragdinum helt, at vit áttu at skipað fyri einari stafett fyri arbeiðspláss. Stafettin var laga til okkara umstøður, við íblástri frá DHL stafettini í Keypmannahavn, har tey manna lið við fimm fólkum, sum skulu renna 5 km hvør. Nevndarlimur okkara helt, at vit heldur skuldu byrja við trimum luttakarum, sum skuldu renna 3 km í part. Hetta skuldi verða ein hugnalig renning, aldursmarkið var sett til 18 ár, tí vit bjóðaðu pylsur og øl aftaná renningina. 68 lið luttóku fyrstu ferð og fleiri av teimum arbeiðsplássunum hav lið við enn.
Vit byrjaðu stafettina í samstarvi við SMS og fyrstu ferð var runnið eftir R.C.Effersøesgøtu og J. Broncksgøtu, men seinni broyttist rutan og byrjað var tá á Tinghúsvegnum, og rennast skuldi gjøgnum plantasjuna. Lætt at skipa fyri, uttan at stongja vegir, tí lítil og eingin ferðsla var á leiðini. Fyri nøkrum árum síðani byrjaði samstarvið við Faroe Express og tí flutti tiltakið oman á kajøkið, sum er sera væl egnað júst til hesa renningina.
Luttøkan er økt ár um ár og vit hava alla tíðina trúð uppá, at hetta fór at vaksa. Sum skrivað, høvdu 396 lið melda til, tá freistin var farin og tað eru nógv fleiri enn í fjør, tá 236 lið luttóku.
Øll kunnu luttaka og arbeiðsplássini seta liðini saman, sum tey vilja, við kvinnum, monnum, blandaðum liðum og gonguliðum, trý á hvørjum liði. Summi lið kappast, onnur vilja betra um tíðina frá undanfarna ári, tey flestu eru við til stuttleika og so eru tað tey, sum ganga túrin. Felags fyri øll er, at hetta er ein stuttligur dagur, saman við arbeiðsfeløgunum. Upphiting áðrenn og hugni aftaná 🙂
Økið er vælegnað, sløtt og góð ruta, og so er pakkhúsið gjørt ordiliga hugnaligt, so góðir karmar eru fyri at hava eitt gott afterparty.
Luttøkugjaldið fer til okkara barna- og ungdómsarbeiði og vit eru sera takksom fyri stuðulin. Venjingar- og kappingarmøguleikarnir vetrarhálvuna eru út av lagi vánaligar, og tí er neyðugt hjá okkara íðkarum at fara uttanlanda at venja og kappast, um vit skulu hava møguleikan at fylgja við. Tórsbreyt er mangan óbrúkilig í myrkri og regni, og liggur kavin í dagavís, er slett eingin møguleiki at venja har.
Takk tit øll, sum luttóku og settu dám á hendan serliga dagin í august og hjartans tøkk fyri stuðulin. Samstarvið millum Bragdið og Faroe Express hevur verið gott og takk fyri tað. Serliga mugu vit nevna okkara samskipara, Gunnvá Wardum, sum hevur lagt nógva orku í fyrireikingina og hevur samstarvað við FES. Bragdið hevur gjørt íløgu í eina tíðtakingarskipan, sum vísti seg at rigga heilt ótrúliga væl. Skipanin koyrir ikki av sær sjálvum, og tí skulu Ólavur Ellefsen og Flóvin Eidesgaard hava eitt sera stórt herðaklapp fyri tykkara megnar arbeiðið. Sera professionelt og vit kunnu næstan ikki bíða til næsta ár, tá skipanini ordiliga kann vísa, hvussu nógvir møguleikar eru í henni.
Men uttan foreldur og avvarðandi, íðkarar og onnur í felagnum, var einki! Mangar túsund ferðir takk fyri tykkara innsats, aftur hesa ferð. Øll hjálp er góð hjálp.
Takk fyri í ár – vit eru longu farin at droyma um FES í 2024 🙂
Niðan fyri eru nakrar myndir. Fleiri myndir eru á leinkinum her: https://www.facebook.com/stafettin