Vit fáa ikki armarnar niður aftur!! Tí Jónas hevur gjørt tað aftur og vit eru glað og errin, og ikki minst rørd, nú hann setti allar hinar upp á pláss til EM-U20.
Hallur Holm skrivar soleiðis á Facebook í dag:
“Í dag kl. 16.52 føroyska tíð, skuldi Jónas Isaksen úr Bragdinum renna eina EM-U20 finalu á 400 metrum og tað er stórt! Hann hevur trið-bestu tíð í Europa í ár (U20) hóast hann enn ikki er fyltur 18. Hann er einans 8/100 sekund frá norðurlendskum U20-meti.
Tað eru serliga Jónas og Eiri, sum hava fingið nøkur spurtúrslit, sum aldrin eru sædd her á landi. Ikki í nær námind. Harafturat eru teir kolossalt góðir longdarleyparar, og umboðaðu teir báðir Danmark til EM U18 í fjør. Sum teir einastu í Danmark lupu teir yvir 7 metrar.
Nokk so vanligt er, at tey gevast at íðka í tannárunum, men nógv teirra hava hildið á gjøgnum truplu tannárini og tað hevur gjørt allan munin. Serliga stóri elitubólkurin hjá Bragdinum hevur hildið væl saman. Har eiga venjararnir eina ovurhondsstóra tøkk.
Og so hevur Hallur hetta sera áhugaverda aftrat:
Vistu tit, at Jónas er minni enn trý sekund frá heimsmetinum á 400 metrum?
Vistu tit, at hann hevur betri tíð á 400 m enn Wilson Kipketer
Vistu tit, at í allar tíðir eru bara fýra danir, sum hava runnið skjótari enn 17 ára gamli Jónas? At hann bert er 52/100 sekund frá danska metinum?”
Jónas – tú leggur nógv fyri og hevur sett tær stór mál og við tínum hugburði til venjingina og ítróttin, vita vit, at tú kemur langt. Og við mammu tíni í hjartanum og familjuni á síðulinjuni, við tínum góðu og dugnaligu venjarum, sum hjálpa tær at koma fram, gleða vit okkum at stuðla og fylgja tær.
Hjarta-hjartaliga til lukku við hesum stóra avrikinum Jónas og venjararnir báðir, Jógvan og Debes.
