Oliver eisini føroyameistari á 10000 m

Sunnudagin 13. august var FM í 10000 m á Tórsbreyt. Aftur hesa vóru bara mannligir luttakarar, 5 í tali, allir úr Bragdinum. Veðrið var avbera gott, ella sjáldsama gott, heitt og ikki eitt lot. Oliver Granhøj legði seg á odda beinanvegin og helt føringina allar 10000 metrarnar. Hann vann við tíðini 34.57. Næsti maður var…

Teresa setti føroyskt met

Vikuskiftið 10.-13.august var FM fyri allar aldursbólkar. Eitt føroyskt met var sett, í hæddarlopi og tað átti Teresa Bláhamar. Hon leyp 1.63. Hesa ferð eydnaðist tað, sum hon royndi á Oyggjaleikum. Hjartaliga til lukku Teresa 🙂