Vit kundu næstan ikki ynskt okkum betri umstøður í dag, tá siðbundna ólavsøkurenningin var runnin niðri á Skálatrøð. Nógvar luttakarar og serliga nógv børn, gott veður, nógvar áskoðarar og gott lag.
Hesa ferð royndu vit eina nýggja tíðtakingarskipan og hon riggaði stak væl. Millumtíðir hjá teimum vaksnu, sum runnu 5 km og úrsliti vóru tøk so skjótt rennararnir komu á mál. Og av tí sama gekk tað skjótt at handa heiðursmerkini.
Sum nakað nýtt hesa ferð, seldu vit kaffi og køku og tað vísti seg eisini at rigga væl.
Til ólavsøkurenningina eru altíð nógv børn og hesa ferð var einki undantak. Serliga í bólkinum U7 vóru met nógv børn og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu tey spentu seg út. Peter Jensen var hara og hann hevði úr at gera, at renna undan og vísa vegin. Røsk og fitt børn og ung.
Christian Lindgren, úr Sparta í Keypmannahavn, var fyrstur um málstrikuna hjá teimum vaksnu og fyrsta kvinnan var Marita Andrasardóttir úr Bragdinum.
Øll úrslitini eru her: https://my.raceresult.com/254255/live?fbclid=IwAR2TwfDD3odWe0oqkrLHoVAoI9YZ7SLNhYIk_oXoFGJu0TA-oyMnkwthNik
Uttan okkara góðu hjálparfólk nyttar einki og tit skulu øll, sum ein, hava eina hjartans tøkk fyri at tit ferð aftaná ferð taka eina hond í. Vit eru sera heppin í Bragdinum 🙂
Takk tit sum stuðla við reklamum, MBM og Føroya Bjór, sum lótu Mist og vatn til børn og vaksin. Ingibjørg, sum altíð er hjálpsom við at læna okkum høli, Rannvá sum tíbetur arbeiðir beint við startin og ikki minst, Miðlahúsið, so vit kunnu hava eina hugnaliga løtu aftaná renningina. Og øll tit, sum luttøku í dag. Takk fyri luttøkuna og innsatsin.
Góða ólavsøku øll somul.