Havnadalur Backyard Ultra fyri fyrstu ferð

Leygarmorgunin 30.september kl. 9.00 verður fyrsta Backyard Ultra rennikapping nakrantíð hildin í Føroyum. Siga vit Backyard, hugsa vit beinanvegin Hallur Holm og hann er eisini oddamaður fyri hesari kappingini. Inni á renn.fo er grein, sum Hallur hevur skrivað og sum vónandi fáa fleiri at brellast og melda til. Leinki er her.