Hetta vikuskiftið er FM á breyt. Kappingarnar byrjaðu í kvøld, fríggjakvøld, og tær halda fram til sunnudagin seinnapartin.
Undanfarin ár hava børn og ung, ung og vaksin kappast fyri seg tvey vikuskiftið, men í ár er alt lagt saman og orsøkin er, at tað er lættari at fáa hjálparfólk og tí at tað ikki eru líka nógvir luttakarar, sum tað onkuntíð hava verið.
Í kvøld var ein spennandi kapping á 5000 m. Bert menn luttóku, 10 í tali, og vinnarin var Oliver Granhøj úr Bragdinum, sum kom á mál við tíðini 16.45.50. Næsti maður var eisini úr Bragdinum, Bogi Ø. Hjalt og tíðin hjá honum var 16.59.17. Julian Gregersen kom á mál, sum triði maður, við tíðini 17.06.07. Hjá Oliver og Julian var hetta besta tíðin í ár, men hjá Boga var hetta ein betring av hansara persónliga meti, sum áður var 17.19.00.
Kappingar vóru eisini frammanundan hesa hjá monnunum og hjá teimum ungu vaksnu vann Bára trístøkk, Óli Skorheim og Bogi Samson Vang vóru ávikavíst 1 og 2 í 80 m rimarenning,
Hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum, tit øll.
Kappingin heldur fram leygarmorgunin og tey leggja fyri kl. 10.00 og øll eru vælkomin á breytina at hyggja og stuðla.
Tað er lætt at taka Roster appina niður og so ber til at fylgja við beinleiðis úrslitum.