So eru vit komin til fimta dagin og her er ein gjøgnumgongd um okkara íðkarar:
Fyrst var tað innleiðandi 4x400m hjá monnum, har okkara menn vóru í fyrsta av tveimum riðlum. Tað vóru Leon Johannesen, Rúni Seloy, Jónas Isaksen og Tummas Sjóvará, sum runnu hvør sín 400m. Teir gjørdu tað gott og komu á mál við tíðini 3.25,30 min, sum eisini er nýtt føroyskt met.
Hjartaliga tillukku.
Við avrikinum hava teir eisini vunnið sær eitt pláss í finaluni, sum verður runnin fríggjadag kl. 12:55.
Síðani runnu genturnar innleiðandi 4x100m boðrenning.
Tær vóru Elisabet, Oddvør (Treysti) Margit og Tinna (Hvirlan) Renningin eydnaðist teimum eisini væl og komu tær á mál við tíðini 49,01 sek og er hetta eisini nýtt føroyskt met og eitt tryggjað finalupláss.
4x100m finalan hjá kvinnum verður runnin fríggjadagin kl. 12:15.
Boðrenningar er eitt sera stuttligt og altíð spennandi íkast til slíkar kappingar. Her sleppur tú at taka ein fyri liðið og ikki bara fyri teg sjálvan. Og tað vísir seg ofta, at íðkararnir finna eitt annað gear fram, tá ið fortreytirnar eru broyttar.