Øll eru spent! Hósdagin 21.december letur Sandoyartunnilin upp og vit sleppa, bara hesa einu ferðina, at renna og ganga allan vegin frá tunnilsmunnanum við Gomlurætt, heilt til hin endan av tunlinum, sum kemur út í Traðardali millum Skopun og Sand.
Bragdið og B71 eru saman um hesa sermerktu renning og vit bjóða tykkum við. Renningin byrjar kl. 12.00. Aftaná renningina eru øll vælkomin í ítróttarhøllina til ein drekkamunn. Almenna hátíðarhaldið er eitt sindur innan fyri tunnilin Sandoyarmegin og tað byrjar kl. 14.00. Neyvan náa øll á mál til tíðina og áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, koyra bussar eftir teimum, sum møguliga ikki eru komin til endan av tunlinum. Hetta er fyri at tað skal verða so trygt, sum gjørligt, bæði hjá renni- og gongufólkunum og bilunum.
Fram til 6.december ber til at keypa eina blusu til minnis um dagin, og hon kostar 100 kr. Sjálvt tiltakið kostar 50,- kr fyri vaksin, eldri enn 14 ár, og 20,- kr fyri børn yngri enn 14 ár. Annars er eingin tilmeldingarfreist.
Bussar koyra av Sandi aftur til Gomlurætt, tá tiltakið er liðugt, tí tá ber ikki til at ganga ella renna.
Vælkomin við 🙂
Tilmeldingin er klár og leinki er her: