Seinasta stórkapping, Raska stórkapping, var á Tórsbreyt í dag. Hetta var triðja kappingin og aðru ferð hon var á Tórsbreyt. Fyrstu kappingina skipaðu Bragdið fyri, næstu Treysti á Guttabreyt og í dag var tað Hvirlan, sum átti tørn.
Fleiri av teimum, sum luttóku í dag, vóru seinasta vikuskifti til kapping í Hvidovre. Hesa ferð kappaðust tey so í kendum umhvørvi og í góða føroyska summarveðrinum. Og tey kýttu seg til góð úrslit, persónlig met og onkur vann sín bólk. Røsk børn og raskur ungdómur vit eiga. Til lukku tit øll somul.
Sum vanligt var skipað fyri afterparty, hesa ferð í skúlanum á Argjahamri. Øll kunnu koma við, íðkarar við familju, fjepparar og onnur og har verður samlaða støðan gjørd upp og heiðursmerkini handaði. Sum verða man, fáa øll ikki heiðursmerki, men hendan løtan er fyri at heiðra øllum íðkarum.
Úrslitini eru her:
https://meets.rosterathletics.com/public/competitions/details/schedule?id=24837&meId=214572
Myndina hava vit lænt frá Súsonnu Eliasen 🙂