Mikudagin høvdu vit vitjan av Dan Thompson, sum hevur gjørt av at renna í 205 londum. Hann samlar pengar inn til gransking innan krabbamein og tað avgerðina tók hann, tá fleiri í familjuni ikki kláraðu stríðið móti herviligu sjúkuni. Hann rennur 10 km hvørja ferð og túrurin í Havn var nummar 175. Einasta treytin var, at túrurin var 10 km í býnum, at vit tóku felagsmynd áðrenn og gjørdu planka í 1 minutt aftaná renningina. Dan var vælnøgdur og hugtikin av okkara veðurlagið, sum júst mikudagin vísti allar fýra árstíðirnar á túrinum. Aftaná renningina bjóðaðu vit heita saft og fingu eitt hugnaligt prát við dámliga Dan. Hann ætlar, at 4. juli verður seinasti túrurin runnin í London og bjóðaði okkum øllum við 🙂
Dan hevur eisini bloggað um túrin saman við okkum. Stuttligur lesnaður:
Meira sæst her: https://www.facebook.com/RunTheWorldChallenge/
Tórvør tók nakrar frálíkar myndir: