Í dag hava nakrir og 60 føroyingar runnið Copenhagen Halfmarathon 2016, harav minst 15 úr Bragdinum. Marna V. Egholm og Henry Olsen runnu bæði umboðandi donsk feløg og kundu tí eisini verða við í DM kappingini. Marna gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met og endaði sum nummar tvey í DM kappingini og í bólkinum menn 50-54 ár vann Henry gull. Signar Røsvik, sum umboðaði Bragdið á Ólavsøku kom eisini á mál við sera góðari tíð, 1.13.54 ! Vit í Bragdinum ynskja tykkum hjartaliga til lukku.
Vit loyva okkum at leggja greinina, sum Hallur hevur skrivað inni á renn.fo :
http://fif.fo/altjoda/foroyskt-met-og-dm-silvur-til-marnu/
Rutan, sum runnin var í dag, kenna flestu av okkum, tí vit vóru við fyri tveimum árum síðani. Sløtt ruta og tá liggur væl fyri at fáa góða tíð. Eirikur og Andrias Hansen hava sett sær sum mál at náa OYL kravið á ½ marathon, men tað eydnaðist ikki í dag. Enn er tíðin ikki farin, so vónandi fara teir at koyra á, tá teir koma heim aftur.
Niðanfyri eru leinki, har tit kunnu leita eftir føroysku úrslitinunum. T.d. ber til at spyrja upp á “bragdið” og so koma allir Bragdarrennarar fram. Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við avrikinum !
http://live.ultimate.dk/desktop/front/index.php?eventid=2997