Leygardagin 20. august fyllist býurin við kvinnum í øllum aldrum og úr øllum Føroyum, og tá fer maður av húsið oman í býin at hyggja ! Tí tá er ársins kvinnurenning í Havn, sum er tann einasta av sínum slagi. Hetta er leygardagurin í árinum, tá vinkonur, møðgur, bindiklubbar, systrar, ja, allar kvinnur, sum vilja út at røra seg, antin at ganga ella renna, møtast við øðrum kvinnum. Kanska systkinabarnið úr Gøtu ella trímenningurin úr Bø, sum tú ikki hevur sæð í áravís, er við ? Tað er í hvussu so er ein øgiliga jalig surran á Tórsbreyt, tá allar møtast, áðrenn startin. Og náddi tú ikki at heilsa upp á grannakonuna, sum flutti úr grannalagnum, so møtast tit aftur niðri í býnum.
Aftur í ár eru tvær rutur at velja ímillum, 2,5 og 5 km og báðar ruturnar byrja á Tórsbreyt og enda niðri á Vaglinum. Og tú gert sjálv av, um tú gongur ella rennur. Á Vaglinum er vatn og frukt at fáa, myndatøka og lutakast um lekrar vinningar.
Bragdið samstarvar við Kvinnu um hetta stóra tiltakið og vit gleða okkum. Longu nú hava nógvar kvinnur tikið av møguleikanum at venja frítt við Bragdinum og tað gleðast vit almikið um. Hósdagar kl. 17.00 renna vit á Tórsbreyt og leygarmorgnar kl. 8.30 renna vit frá Tórsbreyt eftir frálíku gøtunum nærhendis. Allar kunnu koma við, líka mikið hvussu formurin er og eisini um tú ætlar at ganga 😉
Bíða ikki ! Meldið til longu nú á leinkinum niðanfyri :
http://shop.kvinna.fo/shop/kvinnurenningin-2016-187p.html
Nógvar av kvinnunum, sum í dag venja við Bragdinum, eru byrjaðar við venjingini til Kvinnurenningina.