Góðu limir
Tykkum øllum, við familju, ynskja vit eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Takk fyri árið, ið skjótt fer at enda. Hetta hevur verið eitt sermerkt ár, har kappingar blivu útsettar og avlýstar. Men tit hava øll vant miðvíst og tað kemur tykkkum til góða, tá tíðirnar fara at broytast aftur. Takk fyri tykkara úthaldni og trúfesti.
Um jólini er felagsrenning jólaaftansmorgun og 2.jólamorgun. Jólaaftan møtast vit kl. 9.00 á Tórsbreyt og renna til kirkjurnar og 2. jólamorgun, tá vit eisini møtast kl. 9.00, renna vit til jólatrøini í býnum. Jólaaftan er saft og kaffi at fáa, og 2. jólamorgun verður nokk okkurt gott afturvið drekkamunninum. Kunning um tað kemur inn á Facebookbólkin.
Øll eru vælkomin við og sjálvandi minnast vit til korona tilmælini. So hava tit onkur sjúkueyðkenni, er best ikki at møta. Eru útisetar, sum ikki hava kannað seg sætta dagin og kunnu vísa negativa test, er eisini best at renna fyri seg sjálvan.
Nevndin
Ann, Rógvi, Ann-Mari, Katrin og Eyðun.