Hetta vikuskiftið eru íðkarar farnir til Gøteborg at luttaka í VU-spelen. Hesa kappingina hevur FÍF sent íðkarar til í fleiri ár og í ár eru tey 16. Úr Bragdinum eru fleiri og í dag hava ungu genturnar, Sigga Smæra og Guðrið Marlena, sum eru við fyri fyrstu ferð, og so tann meira roynda, Teresa, roynt seg.
Niðan fyri er eitt brot úr grein, sum FÍF hevur lagt út:
“VU-spelen í Gøteborg 2023 – dagur 1
Í gjár fór ein hópur við 16 íðkarum, venjarar og leiðarar til Gøteborg, har VU spelen verður hildið um vikuskiftið.
Vanliga er VU-spelen á Nye Ullevi Stadion, mitt í Gøteborg, men í ár er kappingin á sera hugnaliga Slottskoggsvallens Stadion, nakað uttan fyri sentrum.
Hópurin býr á hotelli mitt í býnum og koyra vit í sporvogni út á stadion.
Í dag hava 5 íðkarar verið í kapping, í sera góðum veðri.
Sigga Smæra Næs og Guðrið Marlena Høgenni, sum allar eru við fyri fyrstu ferð, vóru tær sum byrjaðu kappingina hjá okkum.
Guðrið rann 60 m rimarenning fyri allar fyrstu ferð. Hetta kláraði hon væl og vísti hon góða rútmu ímillum rimarnar.
Seinni leyp hon hæddarlop og setti flott persónligt met, tá ið hon kom upp um 1,32m.
Sigga Smæra setti eisini flott persónlig met á 600m, við tíðini 2.07,26 min.
Og tað var Teresa F. Bláhamar, ið lukkaði ballið við hæddarlopi. Teresa kláraði eisini sítt besta lop í ár, tá ið hon kom uppum 1,60m. Hetta er sera tætt uppá hennara persónliga besta, ið er 1,61m.
Sum heild ein sera góður dagur í hugnaliga Slottskogsvallens Stadion í Gøteborg.
Vit eru aftur í eldinum í morgin og sunnudagin.”