Her er brot úr grein frá FÍF. Annar dagurin gekk eisini sera væl:
Dagurin hevur verið merktur av nakað skiftandi veðri. Frá strálandi sólskini
til glopraregn 




Fyrstu í kapping í morgun, kappaðust í sirmi. Tey, mitt á degi í stilli, terra og sól. Síðani var glopraregn seint seinnapartin og tá ið seinastu 400m vórðu avviklaðir, var aftur turt og gott.
Okkaru Margit Weihe Fríðmundsdóttir, setti føroyskt met á 400m, við tíðini 57,94 sek. Og Jónas Isaksen vann gull á 400m, við tíðini 47,59 sek. Hjartaliga til lukku tit bæði.
Eisini setti Oddvør Josephsen, Treysti,føroyskt met á 100m, við tíðini 12,51 sek. Hjartaliga til lukku Oddvør.
Hesi úr Bragdinum hava verið til kapping í dag:
– Sofía Højgaard, 80m á 11,66 sek. PM
– Sigga Smæra Næs, 60m á 8,94 sek. PM
– Guðrið Marlena Høgenni, 9,16 sek. PM
– Eiri J Glerfoss, 100m, 10,85 sek (w)
– Bára J Glerfoss, 100m, 13,07 sek. PM
– Margit W Fríðmundsdóttir, 100m, 12,95 sek.
– Elisabet H Simonsen, 100m, 12,80 sek. PM
– Hennie M Samuelsen, hæddarlop, 1,43 m
– Sigga Smæra Næs, longdarlop, 4,10m
– Guðrið Marlena Høgenni, longdarlop, 4,17m. PM
– Bára J Glerfoss, longdarlop, 5,11. =PM
– Elisabet H Simonsen, longdarlop, 5,19. =PM
– Margit W Fríðmundsdóttir, 400m, 57,94 sek. Føroyskt met.
– Jónas G Isaksen, 400m, 47,59 sek, Gull
Sum tit síggja, eru úrslitini sera góð og ikki bara føroysk met eru sett og gull er vunnið, men eisini eru fleiri persónlig met. Ófør eru tit øll 🙂