Hetta er Bjørk 😊 Hon er í barnsburðarfarloyvi, og í juni er hon klár at renna aftur og bjóðar tær við. Fokus verður á róligar túrar í hugnaligari samveru, so ert tú millum 25 og 35 ár ella har á leið, ert tú vælkomin við. Kom sum tú ert ella tak onkra við tær, kanska onkra úr bindiklubbanum ella mammubólkinum, tí einki er so herligt, sum at verða aktivur í frískari luft.
Einasta treyt er at tú skalt lata teg í einar góðar skógvar og í klæðir, sum hóska til veðrið.
Byrjað verður 1.juni og runnið verður hósdagar. Møtast á Tórsbreyt kl. 17.00