Fyrsta umfar í Raska vetrarkappingini var runnið leygarmorgunin. Sum vanligt, var fyrsta kappingin á Toftum, men hesa ferð valdu fyriskipararnir at venda rutuni, so runnið var øvutan veg. Ymiskt var, hvussu væl, ella illa, tey dámdu hesa rutuna. Tað veldst um hvat hvør einkultur dámar, undanbrekkur ella mótbrekkur. Men tað er gott onkuntíð at renna okkurt annað, vóru tey flestu samd um.
Bragdið var væl umboðað við vaksnum rennarum og vit áttu bæði kvinnuliga og mannliga vinnaran, Anniku Thomsen og Oliver Granhøj. Annika hevur ikki luttikið í so nógvum kappingum seinastu árini, og sum hon segði í 3-2 í Kvf, var tað ikki ómøguligt at hon kom við aftur. Oliver flutti til Føroya fyri ikki so langari tíð síðani, men hann hevur longu fleiri ferðir gjørt vart við seg og vunnið fleiri heiðursmerki, m.a. Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023.
Spennandi verður til næstu kappingarnar, tí serliga hjá monnunum var tætt millum teir fremstu. Næsta Raska VK2 verður 18.november kl. 10.00
Úrslitini eru her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=334382
Og her eru vinnaramyndirnar: