Fimta kappingin í vetrarkappingini er eisini kappingin um at gerast føroyameistari í lendisrenning.
Tilmeldaði vóru 37 luttakarar og øll komu á mál. Oliver Granhøj úr Bragdinum vann og Annika Thomsen vann hjá kvinnunum. Felags fyri bæði var, at tey lótu ongan iva verða um, hvør skuldi vinna, tí tey vóru ongantíð hótt av teimum, sum runna aftan fyri tey. Hjartaliga til lukku 🙂
Væntað var at tað fór at leika í við vindi og ælingi, ja, onkur hopaði at kappingin bleiv avlýst, men tá alt kom til alt, var tað næstan eingin vindur og heilt hampuiigt veður. Undirlagið var vátt, kalt og skitið, men soleiðis skal lendisrenning verða, sigst 🙂
Hugaligt var, at tríggir ungir dreingir úr Skopun, høvdu meldað til, 2 í dreingjabólkinum og ein mansunglingi. Laga manni at koma til Havnar at kappast, nú tað er so lætt at ferðast millum oyggjarnar. Teir fóru eisini heim við hvør sínum heiðursmerki. Vónandi síggja vit teir aftur 🙂
Aftaná kappingina vóru tey í Yndi Fitness so beinasom, at vit kundu læna brúsurnar og takk skulu tey hava fyri tað.
Vit handaðu heiðursmerki og bjóðaðu til ein drekkamunn við vaflum, í felagshúsinum. Bragdarkvinnur stóðu fyri tí partinum, at baka vaflur og at gera klárt, so vit bara kundu seta okkum og njóta drekkamuðin.
Uttan góða hjálp bar einki til og aftur hesa ferð var eitt gott toymi av limum í gongd. Hallur og Niels Jákup gjørdu rutuna klára fríggjadagin, Petur Martin, Hallur, Niels Jákup og Peter gjørdu alt klárt í dag, Kristín og Eyð stóðu á málinum, og øll hesi, saman við øðrum, ruddaðu alt av aftur, so fløtan sá út sum eingin hevði verið har. Anna og Anja kokkaðust í húsinum, og Tina, Jessie, Marjun, Louisa og Elisabeth bakaðu vaflur. Túsund takk tit øll og hini, sum eisini gjørdu sítt til, at hetta eydnaðist væl.
Øll úrslitini eru her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=341593
Og myndir eru á okkara Facebooksíðu:
https://www.facebook.com/media/set/?vanity=bragdid&set=a.899563088845202