Aðalfundur felagsins var hildin í kvøld 1.mars. Av tí at felagshølini eru undir umvæling, var fundurin hildin í kantinuni í Hoyvíkshøllini.
Aðalfundir plaga ikki at fáa fólk at møta, men tað var nú ikki heilt av leið kortini. Fundarstjóri var Hilmar Høgenni, og uppgávuna kláraði hann væl.
Ann segði frá farna ári og fráfarandi kassameistarin legði roknskapurin fram.
Einki mál var innkomið. Katrin Thorsvig Hansen og Rógvi Johansen stóðu fyri vali og tey valdu bæði at taka seg aftur. Í teirra stað blivu Heidi Jógvansdóttir og Kristín Baldvinsdóttir valdar.
Vit takka Katrini og Rógva fyri teirra íkasti í nevndini og bjóða Heidi og Kristín vælkomnum. Hetta er fyrstu ferð at nevndin í Bragdinum er rein kvinnunevnd 🙂
Fundurin var lokin uml. kl. 21.00 aftaná ein góðan drekkamunn.