Kvinna og Bragdið skipa fyri Kvinnurenningini og leygardagin kl. 14.50 byrjar tiltakið á Tórsbreyt.
Vit byrja við at hita upp og síðani fara áleið 1000 kvinnur antin rennandi 5 km ella gangandi einar 4 km, oman í Vágsbotn. Í hesum sambandi eru vegir stongdir eina løtu, so vónandi bera bilførarar yvir við okkum.
Sí her:
https://www.torshavn.fo/tidindi/vegir-stongdir-i-sambandi-vid-kvinnurenningina-leygardagin-20-mai
Gávuposarnir við blusu og startnummari skulu heintast í Intersport í J. Broncksgøtu. Leygardagin kunnu posarnir heintast til kl. 14.00. Høvuðsstular eru Intersport og Damfar.
Hetta er gott at minnast til: um tit koma við bili, vinarligast ikki seti bilin frá tykkum á parkeringsøkinum við Yndi, Á ella við Tórsbreyt. Gott pláss er á Hálsi, við ítróttarhøllina, í Gundadali ella aðra staðni í býnum.
Vilja tit hava tíðina skrásetta, minnist so til at hava renninummarið fest á bringuna, og tá tit koma móti málinum, so er at fara til høgru á mál. Málið er við Hvonn!
Vit gleða okkum sera nógv til leygardagin, so vit síggjast 🙂