Hallur Holm hevur aftur verið og gjørt um seg! Hesa ferð rann hann 100 km sprint ultra í Skåne, til kappingina nevnda Kullamannen by UTMB. Ætlanin var at Elisabeth eisini skuldi renna, men vegna skaða, var hon hesa ferð áskoðari, og eisini frásøgufólk á okkara Facebookbólki, til stóra fragd hjá okkum her heima, so vit eisini kundu fylgja við.
Meðan tey í Roysninum vendu runt Agnið rutuna á høvdið, gjørdu tey tað sama í Skåne, og tað var fyrstu ferð tey gjørdu tað. Hetta er ein stór kapping við fýra ymiskum teinum, 100 miles, 100 km, 50 og 20 km og í ár vóru um 2500 rennarar tilsamans á øllum teinunum. Hendan kappingin samlar nógvar góðar rennarar, tí Kullamannen er partur av UTMB World Series.
Hallur vann sín aldursbólk í fjør, so vónirnar vóru góðar. Tó so, var ein annar í sama bólki, sum var mettur sterkari enn Hallur, so alt kundi henda. Sambart Elisabeth var veðrið gott, tað var undanvindur og Hallur var væl fyri.
Og væl gekst honum, tí hann vann sín aldursbólk, gjørdist nummar 17 av monnunum og nummar 20 av øllum! Og hann brúkti 10 tímar 45 min. og 19 sekund um teir 100 km. Og um vit so hugsa okkum, at tað vóru 480 meldaði til í 100 km ultra sprint, so er úrslitið hjá Halli framúr gott, at tað ber illa til at lýsa tað við orðum. Fantastiska flott Hallur og hjartaliga til lukku við avrikinum. Vit gleðast vit tær og eru spent til næstu avbjóðing 🙂
Tað ber til at forvitnast á heimasíðuni hjá Kullamannen og leinki er niðanfyri:
https://kullamannen.utmb.world/