Tað var aftur ein góður dagur í Reykjavík í dag. Góðu úrslitini “regna” inn og føroysk met, bólkamet og persónlig met eru sett. Eisini er oyggjaleikakrav klárað
Fyri at nevna onkur úrslit frá degnum í dag, hevur Arina L. Michelsen lopið 10,60 m í trístøkk, sett føroyskt innanduramet og klárað oyggjaleikakravið.
Bára J. Glerfoss og Elisabeth H. Simonsen settu báðar persónligt met á 200 m. Bára við tíðini 27,51 sek og Elisabeth við 27,07 sek.
Hennie M. Samuelsen leyp 9,74m í trístøkk og 1,40 m í hæddarlopi.
Eiri J. Glerfoss og Leon Johannesen settu báðir persónligt met á 200 m. Eiri rann 22,90 sek og Leon 23,90 sek.
Jónas Isaksen rann nýtt føroyskt met á 200 m við tíðini 22,31 sek.
Tummas Sjóvará rann eisini nýtt persónligt met á 200 m við tíðini 23,89 sek
Teresa F. Bláhamar leyp 1,60 í hæddarlopi og setti har við nýtt føroyskt innandura met og fekk bronsu.
Óðin J. Glerfoss fekk silvur á 300 m og setti persónligt og bólkamet hjá dr. 15 ár, við tíðini 41,28 sek
Sigga Smæra Næs og Guðrið M. Høgenni runnu báðar 200 m og settu flott persónligt met við ávikavíst 31,75 og 32,10 sek. Og báðar tvær sett eisini persónligt met í longdarlopi. Guðrið Marlena leyp 3,91m og Sigga Smæra leyp 3,21 m. Tær royndu seg eisini í kúlustoyt og settu persónligt met. Kúlan hjá Siggu Smæru stoytti 6,05 m og hjá Guðrið Marlenu 6,22 m
Sofía Højgaard rann 300 m, setti persónligt met og vann bronsu. Tíðin hjá henni var 47,44 sek.
Einki er at ivast í, at hetta hevur verið ein góð uppliving. At sleppa at kappast í einari høll, tá tey eru von við umstøðurnar her heima. So á okkara ynskilista er ein innandurahøll og hon kann gott koma skjótt!
Hart arbeiðið og miðvís venjing, tað gevur úrslit og vit eru glað og errin tykkara vegna. Hjartaliga til lukku tit øll, íðkarar og venjarar, og góða ferð heim.
Øll úrslitini eru her: