Tann fjórði dagurin var eisini ein góður dagur og vit sum eru her heima, eru sera fegin um at tað er møguligt at fylgja við stroymingini.
Vit endurgeva FÍF:
“Aftaná á nokk so nógv ár, var Rúni Seloy við aftur og rann 800 m. Hann rann eina habila tíð á 2.00,18 min og var tað tíverri ikki nokk til eitt finalupláss.
Eiri Glerfoss var við í longdarlopskapping. Longu í fyrsta lopinum legði hann seg á odda í kappingini við einum lopi, á 7,12m. Hann leyp eisini hesa longdina í triðja lopinum og tryggjaði sær harvið 3 lop afturat. Men í fjórða lopinum fekk hann ilt í lærið og valdi, ikki at leypa meira. Ongin av hinum megnaði tó at leypa longri enn Eiri og vann hann kappingina suverent. Hjartaliga tillukku við longdarlopsgullinum, Eiri.
Bára Glerfoss og Elisabet H Simonsen vóru eisini í longdarlopskapping. Báðar lupu tær til sítt persónliga besta uttandura. Elisabet lá eina løtu til gullið, men fall skjótt niður á bronsu. Í seinasta lopinum í kappingini misti hon bronsuna. Hon bleiv nr 4 í kappingini við einum lopi uppá 5,32m. Hetta er eisini nýtt føroyskt uttanduramet.
Bára bleiv nr 5, við einum lopi uppá 5,16m. Hetta er eisini hennara persónliga besta lop. Hjartaliga tillukku, tit báðar.
Dagsins seinastu kappingar, vóru 200m finalurnar, har vit høvdu Margit W Fríðmundsdóttir og Jónas G. Isaksen við.
Margit rann eina flotta finalu. Kom inn sum nr 5 við tíðini 25,68 sek og er tað nýtt føroyskt met. Hjartaliga tillukku Margit.
Jónas rann eisini eina flotta finalu. Kansksa tann besti 200m, hann hevur runnið. Og hann vann hana so dyggiliga við fleiri metrum framman fyri nr 2.
Tað ólukkuliga hendi tó, at tíðtøkan riggaði ikki! Á tekniskum fundi, har venjarar, leiðarar og íðkarar blivu tiknir uppá ráð varð avgjørt, ikki at renna umaftur.
Útfrá málfoto verða heiðursmerki givin til nr. 1, 2 og 3 uttan tíð. So gull til Jónas. Hjartaliga til lukku Jónas.
Fyrireikararnir umbera nógvar ferðir og eru sera, sera kedd av støðuni.
So ein fantastiskur dagur, við tveimum gullheiðursmerkjum. Men eisini ein skuffandi kensla, ikki at kunna fara heim aftur við eini 200m tíð, sum uttan iva var ein tann besta, Jónas hevur runnið.”