Metluttøka – 488 lið og tilsamans 1464 luttakarar! Og vit eru ovurfegin, tí Faroe Express Stafettin eydnaðist so sera væl.
Tilmeldingin lat upp í vár og tá freistin var farin, var aftur metluttøka. Gongufólk og rennarar, kappingarsinnaði og tey, sum runnu til stuttleika. Øll kundu koma við til ársins stuttligasta tiltak fyri arbeiðspláss. Nógv var gjørt burturúr niðri á kajøkinum. Rutan var vælmerkt, so einki var at taka feil av. Gongufólkini gingu mótsattan veg og tí sóu øll hvønnannan.
Inni í pakkhúsinum var eisini hugnaligt og gjørt klárt til veitslu, tá stafettin var liðug og har var lív í.
Stuttligt er at síggja fleiri arbeiðspláss, sum eru komin aftrat og eisini at øll tey trúføstu, sum hava verið við frá byrjan, enn eru við. Nógv arbeiðspláss brúka dagin til ein hugnaligan og stuttligan starvsfólkadag.
Nógvar og góðar myndir eru at síggja á Facebooksíðuni hjá FES her: https://www.facebook.com/stafettin
Og úrslitini eru her: https://my.raceresult.com
Túsund takk fyri í ár og takk fyri tykkara luttøku. Stuðulin fer til børn og ung í Bragdinum.
Vit eru klár aftur 30.august 2025 🙂