Hetta vikuskiftið hevur verið hendingaríkt. Sjey rennarar úr Bragdinum hava runnið ultramarathon á 55 km í Íslandi. Í ferðalagnum úr Føroyum vóru tey níggju.
Øll komu á mál, men tað var ein harður umgangur hjá øllum. Nógvur kavi, mótvindur og oysregn á hægstu fjøllunum. Ikki bara vanlig fjallarenning, men avbjóðandi hæddarmetrar á 2000 metrar, kavi og tíðaravmarkingar. Tú skuldi náa 22 km innan 4 tímar og 38 km innan 6 tímar og 30. Kláraði onkur ikki at halda seg til tíðina, máttu tey gevast og blivu koyrd aftur til Reykjavíkar. Fyri at koma í gjøgnum, skuldu tey ikki brúka meira enn 9 tímar og 15 min og hjá trimum av føroysku luttakararnum var spenningur í, og gleðin var stór, tá tey náddu í mál beint undir 9 tímar.
Hallur Holm var nummar eitt í sínum bólki 50-59 og í sama árgangi fyri kvinnur var Borgarhjørt Holm var nummar tvey. Til lukku tit bæði.
Tey eru øll glað um at koma í mál í fínum stíli 🙂
Hjartaliga til lukku tit øll. Hetta var sanniliga eitt óført bragd at gjøgnumføra ultrateinin.
Úrslitini síggjast niðanfyri:
https://timataka.net/laugavegshlaup2022/