Okkara felag hevur nógvar vaksnar limir og hjá so nógvum verður venjingin, alt árið, hildin við líka, soleiðis at kemur hugurin til eitt marathon, so er formurin har 🙂 Nógv marathon eru at velja í, antin hugurin er at gjøgnumføra tað ella at royna at betra um tíðina hjá einum sjálvum. Tað skal tíð setast av til venjingina, men tað ber til, bara hugurin er til staðar og skaðarnir halda seg burtur.
Her fyri var ein av okkara limum í Hamburg, Beinta Hoydal Joensen. Beinta hevur, sum fleiri aðrar kvinnur í felagnum, fylgt einari ávísari venjingarskrá og tað hevur víst seg, at úrslitið er framúr. Nú er Beinta hon, sum hevur fjórðbestu marathon tíð fyri kvinnur í Føroyum. Hon rann Hamburg Marathon uppá 3:08:07. Fantastiska flott runnið og tað er ikki tí at hon gerst yngri. Við miðvísari venjing, er hon komin til hasa góðu tíðina, sum nú stendur sum eitt flott PR. Hjartaliga til lukku Beinta 🙂
Sunnumorgunin er CPH Marathon og sum vanligt, eru fleiri av okkara limum við. Spennandi verður at fylgja við.