Beinta fjórðbestu marathontíð í Føroyum

Okkara felag hevur nógvar vaksnar limir og hjá so nógvum verður venjingin, alt árið, hildin við líka, soleiðis at kemur hugurin til eitt marathon, so er formurin har 🙂 Nógv marathon eru at velja í, antin hugurin er at gjøgnumføra tað ella at royna at betra um tíðina hjá einum sjálvum. Tað skal tíð setast…

Cecil og Sarah úr Bragdinum vunnu í Klaksvík

Leygardagin 5.mai var FM í ½ marathon norðuri í Klaksvík. Sum altíð, høvdu fleiri av okkara bláu Bragdarrennarum meldað til og settu sín dám á. Tó vóru fleiri av kvinnunum ikki við, sum plaga, orsakað av marathontúrum úti í stóru verð. Men Sarah Vallin, sum er svensk og hevur runnið við Bragdinum, saman við makanum,…